Framløga av søguni hjá VÍF

Bókin verður løgd fram komandi leygardag

So er Helgi Jacobsen klárur við enn einari bók úr Vestmanna.  Hesaferð er talan um eina bók um Vestmanna Ítróttarfelag, sum verður givin út í sambandi við, at VÍF fyllir 75 ár.

 

Bókaramløga verður í Miðhøllini í Vestmanna, leygardagin 13. desember klokkan 17.

 

Bókin er 440 síður við einum 330 myndum og kostar 299 krónur.