Framleiddu bilar í 22 ár

Upprunin til Triangelverksmiðjuna var, at tríggir bilframleiðarar í Danmark løgdu saman

Orðið »Triangel« kemur av eini samanlegging av trimum bilframleiðarum í Danmark. Tveir av teimum komu úr Keypmannahavn og tann triðji var eingin minni enn tann navnframa verksmiðjan, Thomas B. Thrige A/S í Odense. Her hevði Thrige frammanundan eina bilverksmiðju, har teir høvdu framleitt akfør síðani 1913.

Tá hesir tgríggir løgdu saman, fluttu teir í eina gamla riddarakasernu í Odense, har øll akfarsframleiðslan fór fram. Hendan samanlegging fór fram 25. august í 1918.

Um akfarsframleiðsluna hjá Thrige bilverksmiðjuni er annars at siga, at fram til annan heimsbardaga vóru ikki færri enn 4.000 Triangel bilar framleiddir. Av hesum vóru tað serliga lastvognar, rutubilar og aðrir serframleiddir bilar, so sum eldsløkkibilar o. s. fr., sum vórðu framleiddir. Verksmiðjan noyddist at gevast við framleiðsluni tá kríggið brast á í 1940.

Verksmiðjan framleiddi eisini undir navninum Triangel umleið 200 jarnbreytavognar til heimamarknaðin. Virksemið var stórt tey 22 árini, verksmiðjuni untist at verka.

Tórshavnar Býráð - ella brandstøðin í Havn - eigur einasta kompletta brandbilin av Triangelslagnum, sum er frá bygdur í 1934, ið er til yvirhøvur.

Tórshavnar Sløkkilið fekk bilin í 1962. At hann er komplettur merkir, at hann hevur vatntanga, slagnur og skúmútgerð.