Framleiða ruskspann úr endurnýtslupappi

Ruskspannin Dropbucket er longu vældám og er millum annað brúkt á Roskilde Festivalinum

Heiða G. Nolsøe og Maria S. Berggren, ið báðar lesa á Danmarks Tekniske Universitet, hava fingið hugskotið til DropBucket.

Hetta er ein ruskspann úr 3. generatiónspappi, ið ikki kann endurnýtast meira.

Einki stativ og eingir posar skulu brúkast í sambandi við ruskspannina, sum verður tveitt burtur eftir brúk.

Ruskspannin er nógv brúkt á festivalum og øðrum stórum tiltøkum. Á Roskildefestivalinum í fjør blivu 400 ruskspannir frá DropBucket brúktar.

Dropbucket hevur vunnið virðislønir fyri hugskotsmenning, og stovnararnir hava søkt um patent uppá ruskspannina.

Royndin, ið er dótturfelag hjá Lív, vann íløguprísin hjá Íverksetarahúsinum fyri at hava sett eina millión krónur í felagið.