Lada bilverksmiðjan AvtoVaz í Russlandi hevur fleiri ferðir seinastu tíðina verið noydd at steðga framleiðsluni. AvtoVaz, Lada bilverksmiðjan í Togliatti í Russlandi, hevur fleiri ferðir seinastu tíðina verið noydd at steðga framleiðsluni, orsakað av at verksmiðjuni tørvar lutir og komponentar til framleiðsluna.
Hetta kemst av at AvtoVaz stendur í stórari skuld til undirleverandørar, og vøran verður ikki send fyrr enn hon er goldin.
Franska Renault verksmiðjan eigur 25 prosent í AvtoVaz, sum seinastu tíðina hevur framleitt umleið 20.000 bilar um mánaðin, hóast hon hevur kapasitet til framleiðslu av 60.000 bilum um mánaðin.









