Johan Dahl, løgtingsmaður
???????????????????????
Hósdagin fyri eg var frákoyrdur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði eg ein óformellan fund á fiskavirking við Meinhard Jacobsen, stjóra, um støðuna í Vági og hvussu lunnar kundu leggjast undir støðugt arbeiði, ið kundi samansjóðast við verandi framleiðslu á fyrrverandi Polarfrost.
Niðurstøðan varð, at besta boðið upp á støðuga framleiðslu var at fara undir at virka vøru burtur úr russaratoski í Vági, men fyri at hetta skal lata seg gera, so er neyðugt, at fiskivinnumenning á landi fær størri upphædd á ráða yvir, so tær 1,10 pr. kg sum áður vóru veittar sum ein refusión upp á eykatollin av 3. landsvøruni aftur verða veittar.
Meinhard metti, at hetta virksemið kundi byrja við heilt stuttum skoðbrá.
Avtalað var at tosast skuldi saman aftur, eftir at eitt roknistykki varð sett upp hesum viðvíkjandi, sum lýstu fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið og fiskavirking.
Verður hendan ætlan sett í verk, sum eg vóni, so verða tað ca. 40 støðug arbeispláss í Vági, eins og at javnvág kann finnast millum slátur av laksi og virking av russarafiski, so arbeiði verður hvønn dag.
Eisini er avgjørdi eg í samráð við løgmann og umboð fyri samgonguflokkarnar at seta ein arbeiðsbólk við limum úr samgonguni, sum saman við vinnuni í Suðuroynni og ørðum skal royna at finna berandi loysnir fyri oynna.
Hesin bólkur fer eftir ætlan á virkisvitjan í Suðri í næstum.