Alifyritøkan SinkabergHansen í Noregi ætlar nú at framleiða stórsmolt, sum norðmenn rópa tað, í einari afturlatnari nót frá framleiðaranum, Botngaard. Nótin er á 10.000 rúmmetrar, og hon skal leggjast út í Bindal.
Ilaks.no skrivar, at nótin, sum myndin oman fyri vísir, er av sama slagi, sum nótin, ið Botngaard áður hevur latið alifelagnum, Cermaq Norge.
- Her skulu vit framleiða stórsmolt úr 100 grammum og upp í 1,5 kilo. Síðan verður laksurin fluttur í opnar nótir, har hann sleppur at veksa seg stóran fram til slakt, sigur samtaksstjórin í SinkabergHansen, Svein-Gustav Sinkaberg.
Nótin flýtir á einum sonevndum "flótikraga", bygdur úr stálrørum, og hesin parturin av nótini verður so ein tryggur og góður arbeiðspallur hjá teimum tey, sum koma at arbeiða her.
Ein sterkur PVC-dúkur liggur um nótina, og síðan eru fýra inntøk til sjógv, sum koyra leys av hvørjum øðrum. Sjógvurin verður tikin úr einum dýpi, har ongar lýs eru, og síðan skapar sjógvurin "streym" inni í nótini.
Ilaks.no skrivar, at alt, sum gongur fyri seg í nótini, kemur at síggjast á vakmyndum, og súrevni verður sjálvvirkandi tilsett eftir tørvi. Eftirlits-og stýriskipanir syrgja fyri, at alt tað dagliga arbeiði verður gjørt sjálvvirkandi.