Framleiða nú lidna vøru í Danmark

Faroe Salmon er nú farið undir framleiðsluna av lidnari laksavøru á virki í Danmark

 

Faroe Salmon í Klaksvík, sum hevur keypt seg inn í danska felagið Vendsyssel Denmark, og samstarvið er nú farið í gongd.

Interseafood skrivar, at klaksvíkingar ætla at framleiða um 1000 tons av síni laksaframleiðslu, sum liggur oman fyri 8000 tons, á virkinum í Danmark.

Faroe Salmon keypti her fyri helvtina av partapeninginum í Vendsyssel Danmark, men felagið hevur fingið meirilutan í nevndini.

? Tað gevur ein meira støðugan prís at framleiða lidna vøru úr laksinum, sigur Heini Gregersen, sum saman við Jón Purkhús eigur Faroe Salmon, við Interseafood.

? Framleiðslan á Vendsyssel er ein luksusframleiðsla, og tí er ikki so hørð kapping um ta framleiðsluna, sigur hann.

Faroe Salmon er í løtuni í holt við at byggja nýtt kryvjivirki í Klaksvík.