Framleiðsla
Fyritøkan Krás hjá P/F Hansen, sum er veitari av viðskera og døgurðamati, hevur røtur afturi í byrjanini av áttatiárunum.
Í nógv ár helt fyritøkan til í bygninginum hjá Poul Hansen á Hálsi, men tíðliga í 2003 fóru Krás og MBM-Kjøt í Hósvík í samstarv. Hetta endaði við, at Poul Hansen eitt ár seinni keypti virksemið hjá MBM-Kjøti á havnalagnum í Hósvík.
Krás flutti alla sína framleiðslu av viðskera og døgurðamati norður til Hósvíkar, har nógv virksemi hevur verið síðan.
Heilsufrøðiligu krøvini økjast alla tíðina, men Krás keypti eitt virki, sum hevði neyðugu góðkenningarnar. Eftir smærri umbyggingar, broytingar og tillagingar varð virkið endurgóðkent av heilsufrøðiligu myndugleikunum.
Í dag eru 13 fólk á lønarlista hjá Krás, harav størri helmingurin eru mannfólk. Fimm kvinnur arbeiða á virkinum sum pakkarar. Av starvsfólkunum eru tríggir útbúnir handilsslaktarar, umframt at hini, sum arbeiða hjá felagnum, hava verið á skeiði í matvøruframleiðslu hjá Drós í Ólavstovu.
Dugnalig fólk
Tá Sosialurin vitjaði á Krás seinnapartin í gjár, vísti dagligi leiðarin, Alberg Gaardlykke, okkum runt á virkinum.
Hýrurin á fólki var góður, og nú var arbeiðsdagurin um at vera lokin. Vanliga byrjar dagurin klokkan 07, og liðugt er um 15-tíðina. Tó kunnu nakrir av monnunum, sum eitt nú gera klárt til næsta dag, viðhvørt hanga eitt sindur longri í.
Alberg sigur, at tað hevur gingið væl at halda upp á fólkið, og tað er javnan, at fólk ringja og spyrja um arbeiði á virkinum – og onkra viku kunnu fleiri ringja.
- Hetta eru ofta fólk, sum áður hava starvast á fiskavirki, og sum nú hava hug at royna okkurt annað, sum kanska líkist eitt sindur, men kortini er so nógv øðrvísi.
Leiðarin sigur, at hann hevur góð og dugnalig fólk, sum bæði tíma væl – og møta væl – til arbeiðis.
- Sjálvur plagi eg at møta um 6.30-tíðina, og eftir lítlari løtu byrja longu tey fyrstu at koma. Einar 10-15 minuttir, áðrenn byrjað verður, eru øll komin, og tá plagi eg at siga teimum, hvussu dagurin verður. Hetta er vorðin fastur táttur, so fólk vita, hvørjar uppgávurnar verða gjøgnum dagin. Eg haldi, at fólkinum dámar væl, at tey frá morgunstundini vita, hvussu dagurin kemur at síggja út.
Tað eru eisini tey, sum hava verið leingi í starvi hjá Krás, eitt nú russarin, Vladimir Moroscow, sum hevur arbeitt hjá Poul Hansen í hálvt níggjunda ár tilsamans.
Sjálvur er Alberg útbúgvin handilsslaktari. Hann byrjaði at læra hjá Eysturoyar Heilsølu, men endaði læruna hjá MBM-Kjøti í Hósvík í januar 2002.
Í mars 2003, meðan hann enn var hjá MBM-Kjøti í Hósvík, skifti hann arbeiðsgevara, og var eftir hetta í starvi hjá P/F Poul Hansen.
Alberg hevur nú verið dagligur leiðari hjá Krás í stívliga eitt ár.
Góðar umstøður
Leiðarin sigur, at virkið í Hósvík er eitt gott og vælegnað virkið til uppgávurnar hjá matvørufyritøkuni, tá havt verður í huga, at virkið ikki er bygt til endamálið.
- Heilsufrøðiliga er arbeiðsgongdin, soleiðis sum hon eigur at vera á einum slíkum virki. Vit hava tað ”flow” í framleiðslugongdini, sum eftirlitið krevur. Eitt nú fert tú ongantíð við ráum kjøti framvið viðgjørdum kjøti. Vit rópa tað, at framleiðslan ongantíð ”krossar”, soleiðis at ein kókað rullupylsa t.d. ongantíð kemur aftur, har tú sker búffar – bert fyri at taka eitt dømi.
Hann sigur, at á virkinum í Hósvík eru góðar umstøður at lúka øll tey heilsufrøðiligu krøv, sum sett verða til slíka matvøruframleiðslu.
- Í okkara framleiðslu hava vit eini 130 vørunummur tilsamans. Tríggjar ferðir um vikuna senda vit kølivørur út í handlarnar, og í hesum úrvali eru eini 57 ymisk sløg av vørum.
Alberg sigur, at tríggjar ferðir um vikuna arbeiða tey eitt nú oksakjøt, svínakjøt, kalkun, høsnarungar og fisk.
- Vit hava útskeringar av øllum møguligum sløgum, og hetta er vøra, sum vanliga heldur sær millum 5 og 7 samdøgur.
Hann vísir á, at hin partur av framleiðsluni er lagursíðan. Hetta eru vørur, sum sum Krás koyrir inn á vørugoymsluna hjá Poul Hansen, sum síðan fer útaftur í handlarnar kring landið.
- Her eru eitt nú seks sløg av pylsum sum viðskeri, sum vit gera á Krás. Sløgini eru rullupylsa, skinsakjøt, kjøtpylsa, hamburgarryggur, rullusteik og frikadellupylsa.
Gamalt og nýtt
Eitt av kendastu vørusløgunum hjá Krás man vera livurpostei, sum fæst í 200 og 400 gr. bakkum, og hetta livurpostei er at finna í handlum at kalla allastaðni kring landið.
Alberg sigur, at kappingarneytin og soleiðis eisini avbjóðingin hjá Krás serliga er útlendska vøran, sum kemur til landið.
- Av teimum umleið 130 vørunumrunum, sum vit hava, hava tey flestu verið lutfalsliga leingi á marknaðinum. Útlendsku vørurnar á marknaðinum eru nógvar og ymiskar. Vit royna nýggjar vørur av og á. Í summum førum klára vit kappingina – í øðrum førum ikki. Gongur eina vøra ikki, sum tíðin líður, tí tað vísir seg, at vit ikki eru kappingarførir kortini, taka vit hana av aftur vøruskránni.
Leiðarin ásannar, at tað ikki altíð er so lætt at kappast í prísi við framleiðslu úr eitt nú Póllandi, men Krás hevur altíð møguleikan at kappast í dygd.
- Vit leggja stóran dent á, at vøran hjá okkum er dygdargóð, og at smakkurin er góður. Eydnast okkurt nýtt, sum vit halda loysir seg at royna, veksur tað um okkara útboð.
Alberg sigur, at Krás soleiðis fór undir eina nýggja framleiðslu av livurpostei fyri nøkrum mánaðum síðan.
- Hetta er eitt slag av bacon-livurpostei, sum higartil hevur verið væl móttikið úti í handlunum. Síðan vit byrjaðu, eru eftirspurningur og framleiðsla vaksin, og vit eru spent eftir at síggja, hvussu gongdin fer at verða frameftir.
Hann sigur, at góður bacon-smakkur er í nýggja livurposteinum, og tíðin higartil hevur ikki víst, at nýggja vøran hevur tikið nakað frá teirri góðu og gomlu.
- Vit framleiða umleið eitt tons av kenda livurposteinum hjá Krás um vikuna, onkuntíð heldur minni, men onkra viku kemur framleiðslan heilt upp á 1,3 tons. Eini 150 kilo av bacon-livurpostei fara út á marknaðinum um vikuna, og vit vænta, at eftirspurningurin eftir nýggju framleiðsluni fer at veksa uppaftur meira.
Á Krás framleiða tey livurpostei ein dag um vikuna, sum síðan verður pakkað í ein dag.
- Henda framleiðslan fer eisini inn á vørugoymsluna hjá Poul Hansen, og haðani útaftur til viðskiftahandlarnar. Livurpostei heldur sær vanliga í 28 dagar í hita, sum er niðanfyri 5 stig.
Alberg sigur, at traditionella framleiðslan av livurpostei hevur verið rættiliga støðug í fleiri ár.
Á Krás arbeiða tey eisini við einum nýggjum slagi av livurpostei, sum hevur munandi minni feitt, og leiðarin væntar, at hendan framleiðsla verður klár at senda á marknaðin um nakrar fáar mánaðir.
Kjøt úr Uruguay
Leiðarin á Krás sigur, at alt oksakjøtið, sum Krás virkar, kemur úr Uruguay sum kølivøra.
- Hetta er ógvuliga gott kjøt við javnari góðsku, og vit eru sera væl nøgd við hesa vøru, sum grundarlag undir okkara framleiðslu úr oksakjøti. Vit keypa inn trý sløg av vørum úr oksakjøti, hárygg, innara lær og tjúkksteik. Hetta fer útaftur sum eitt nú búffar, gulllasj og stroganoff, sum er oksakjøt í strimlum.
Hann sigur, at oksakjøtið, sum verður malið, kemur úr Hálandi, meðan svínakjøtið kemur úr Danmark.
- Marknaðurin við búffum hevur verið vaksandi, og tað eru ikki minst tey nógvu summartiltøkini og økta matstovuvirksemið um summarið, sum er orsøkin.
Samstarv um fisk
Krás selir eisini fiskavørur, og her hevur matvøruframleiðarin eitt gott samstarv við felagið Sjógæti á Norðskála.
- Sjógæti framleiðir fiskafars, knettir, frikadellir umframt ymisk fiskafløk fyri okkum. Vøran verður pakkað her hjá okkum, og síðan tekur Poul Hansen sær av søluni.
Alberg sigur, at samstarvið við Sjógæta er sera gott, og í Hósvík eru tey væl nøgd við feskleikan í vøruni, sum kemur av Norðskála.
- Fiskur, sum verður veiddur ein dag, kann liggja í handilsdiskunum í høvuðsstaðnum longu seinnapartin dagin eftir og verða etin til døgurða ella nátturða, tá kvøldið kemur.
Samstarvið millum Krás og Sjógæta hevur umleið eitt ár á baki.
- Krás er um heilsøluna hjá Poul Hansen veitari hjá eitt nú Samkeypi, Merko og FK-handlum kring landið, sigur Alberg Gaardlykke, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein um eitt nú heilsufrøðilig viðurskifti, sum eru ein treyt fyri, at tú ert við í matvøruframleiðslu.
Sum leiðarin tekur til, at antin ert tú við og lýkur givnu treytirnar – ella ert tú ikki við.
So einfalt er tað.