Leygardagin klokkan hálvgum tvey seinnapartin varð serligur tingfundur hildin við eittans málið á dagsskránni.
Talan var um ein tingfund, har tey mongu málini, borin vórðu úr landsstýrinum til løgtingsskrivstovuna fyrr í vikuni, vórðu løgd fyri tingið. Mikudagin var nevniliga seinasta freist hjá landsstýrinum at leggja uppskot fyri tingið.
Mikudagin var eisini seinasta freist hjá andstøðuni at leggja uppskot fyri tingið, tískil komu tilsamans eini 38 lógaruppskot inn á løgtingsskrivstovuna, áðrenn hon lat aftur klokkan fýra.
Øll hesi uppskotini legi tingformaðurin, Finnbogi Ísakson, fyri tingið leygardagin, harafturat boðaði hann eisini frá einum fyrispurningi frá Katrin Dahl Jacobsen til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um skattligu viðurskiftini hjá sjómonnum við útlendskum skipum.