Framløga av Leirvíkar bygdarsøgu

Í morgin hevur Martin Fjallstein framløgu í bygdarhúsinum í Leirvík Í samband við árliga sólarkaffitiltakið í bygdarhúsinum í Leirvík, sum byrjar í morgin klokkan 14.30, fer høvundurin, Martin Fjallstein at hava framløgu av Leirvíkar bygdarsøgu.

Bókin fæst til keyps í samband við sólarkaffitiltakið, og høvundurin fer eisini at signera bøkur.

Um dagarnar kom fyrsta bindið av trimum um Leirvíkar bygdarsøgu. Hetta fyrsta bindið lýsir brot úr bygdarsøguni frá víkingatíð og fram til aldarskiftið 1900. Hartil verður ætttarsøgan hjá býlinginum á Toftanesi greinað út líka frá 1700 talinum fram til dagin í dag.

Gongst sum Martin Fjallstein og grunnurin til frama fyri Leirvíkar søgu ætla, so kemur annað bind út í oktober í ár. Tað bindið fer at snúgva seg um staðarnøvn, trúarlív, kommunusøguna, skúlasøguna umframt hús og ættir í býlinginum við Garð í 300 ár.

Ætlanin er, at tað triðja bindið skal koma út um hesa tíðina í 2011. Tað bindið fer at viðgera mentannarsøguna í bygdini, vinnulívið og hús og ættir við Á ella á Áargarði í 300 ár.

Martin Fjallstein segði á Rás2 ígjár, at eru tað fólk, sum liggja inni við gomlum myndum úr Leirvík, so eru hesi vælkomin at seta seg í samband við hann á fartlf.nr 261015.