Eirikur Lindenskov
Hans Jacob Kollsker byrjaði verkstað sítt á Hálsi í Havn í 1993. 1996 flutti hann út í Slættanesgøtu, og í fjør bygdi hann egnan verkstað á Sandvíkarhjalla. Eitt stutt skifti, meðan høllin á Hjalla varð bygd, húsaðist verkstaðurin á Signabø í Kollafirði.
Síðani Hans Jacob Kollsker byrjaði einsamallur á Hálsi, er virksemið alsamt vaksið. Í dag arbeiða seks mans á verkstaðnum, tó bert fimm í løtuni.
Á verkstaðnum hjá Hans Jacob Kollsker verða allir skaðar umvældir.
? Vit gera nógvar tryggingarskaðar, og vit hava fleiri bilhandlarar sum fastar kundar, sigur Hans Jacob Kollsker.
Verkstaðurin er tann í landinum, sum ger næstflestar tryggingarskaðar, og tað man boða frá góðsku.
Hans Jacob Kollsker sigur, at tóat umvælingarnar eru størsti partuin, ið gjørdur verður á verkstaðnum, so bjóða teir seg eisini fram, tá talan er um mekaniskt arbeiði.
? Vit ræðast heldur ikki óvanligar uppgávur, um kundin ynskir tað, sigur hann, og leggur afturat, at teir altíð eru til reiðaur, hvussu »lítið« arbeiðið enn er. So um tú ynskri at bilurin skal eftirhyggjast, tí hann skal til sýn ella hava aðra umvæling, so eru teir á Sandvíkarhjalla tilreiðar.
Verkstaðið á Sandvíkarhjalla hevur eisini størstu sproytikabinu í landinum, og tí hava teir sera góðar umstøður at spoyta størri vørubilar. Kabinan er tó ikki so stór, at hon kann hýsa bussum og lastbilum, men Hans Jacob Kollsker hevur ætlanir um at gera umstøður til at sproyta bussar og lastbilar ? og hann hevur longu sproytað fleiri av bussunum hjá Bygdarleiðum.
Nógv verður í dag tosað um, hvussu heilsu- og umhvørvisskaðiligt billak er, og tí verður nógv granskað í hesi vinnu. Eitt tað síðsta er, at nú fæst vatnbaserað lakk til bilar.
? Enn er bara talan um forlakk, men vit hava havt fólk á skeiði í at nýta hetta nýggja slagið av lakki, sigur Hans Jacob Kollsker. Hann sigur annars, at tað lakki, teir nýta mest í dag, er nógv umhvørvisvinarligari, enn tað var fyrr, tí nú eru ikki so nógv upploysingarevni í lakkinum longur.
Umframt at vera stór, so er sproytukabinan eisini útgjørd við infrareyðum lampum, so til ber at hita upp partar av bilum ella smáar lutir, uttan at hita upp alla kabinuna. Hetta lættir nógv um mannagongdina, tí tað tekur nógv styttri tíð, og tí fæst meira arbeiði ígjøgnum.
Á verkstaðnum hava teir drúgvar royndir við lakkeringsuppgávum, og tí kunnu teir átaka sær so at siga allar lakkeringsuppgávur. Til stuttleika kann nevnast, at teir m. a. hava sproytað bingjur til Eimskip og oljutunnur til Kall, ið nýttar vóru til herferðina »Frælsi í dós«.
Bilverkstaðið hjá Hans J. Kollsker umboðar eisini bilmerkið SsangYong. Hetta umboð tók verkstaðið yvir, tá Sp/F John P. Vilhelm legði saman við P/F Meinhardt Arge í 2001.
Talan er um tríggjar ymiskar fýrahjálsdrivnar SsangYong-bilar. Rexton, Musso og Korando. Teir fáast í ymsum sniði og við ymsari eykaútgerð.








