Framkomna tøknin kann koma okkum til góða

Tað er sera áhugavert at síggja, hvussu framkomna tóknin í eitt nú Norðurnorra hevur gjørt, at tú sleppur undan at byggja út felt við stórum pallum til havs. Hetta er nakað, sum kann koma okkum til góða ein dag, tá og um vit finna gass og skulu taka tað upp sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini

Oljuframtíð

Millum føroyingarnar, sum vóru við í ferðalagnum, ið vitjaði í Noregi herfyri í sambandi við avtalu hjá Atlantsflog, var eisini nýggi stjórin á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu. Vit spurdu hann hvønn íblástur ferðin gav honum. Hann sigur, at hetta var ein sera áhugaverd ferð, sum hevur givið honum nógv at hugsa um. ?Tað, sum eg haldi vera serstakliga spennandi og áhugavert fyri okkum í Føroyum, var at síggja, at tað ber til at útbyggja eitt felt, sum liggur so langt úti til havs á tann hátt, sum tað verður gjørt. Tað haldi eg hevur perspektiv fyri okkum. Men um tað ber til at flyta ta tøknina til okkara øki eisini, tað er so ein annar spurningur.

Sigurð í Jákupsstovu heldur tað vera sera áhugavert at síggja, at tað ber til at byggja eitt felt út uttan at skula byggja ein stóran pall úti havinu. So tann tóknin, sum nú verður m ment í Barentshavinum og fyri tað eisini aðrastaðni við, eitt nú í Norðsjónum, hon kann ein dag koma okkum til góðar.

Feltið, sum føroyski oljustjórin sipar til, er fyrst og fremt Snøhvitgassfeltið út fyri Norðurnoreg. Feltið, sum varð funnið fyri meira enn 20 árum síðani, er risastórt, og nústaðni í dag er tøknin so nógv ment, at norðmenn hava gjørt av at útbyggja tað fyri 45 milliardir krónur. Gassið verður flutt í rørleiðingum á havbotninum til oynna Melkøya, sum liggur beint út fyri Hammerfest í Norðurnoregi. Øll øyggin sum hon er verður í løtuni umgjørd til eitt risastórt gassverk, har gassið verður umgjørt og síðani flutt við risastórum tangaskipum inn á amerikanska meginlandið. Tað var í hesum sambandi, at Atlantsflog herfyri gjørdi avtalu við eitt norskt felag um at flyta oljuarbeiðarar úr Suðurnoregi til Norðurnoregs at arbeiða við Snøhvitverkætlanini.

Sum Sigurð í Jákupsstovu vísir á, so kann øll henda nýggja tøknin ein dag koma Føroyum til góðar. Ímynda vit okkum, at tað t.d. verður gjørt eitt ella fleiri risastór gassfund við Føroyar, so er ikki óhugsandi, at vit eisini kunnu brúka ta tøknina, sum verður útviklað eitt nú í Noregi.

Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tað kann eisini gerast sera áhugavert, um vit gera stór gassfund á landgrunninum. ?Nú vita vit av góðum grundum ikki, hvat er undir basaltinum, men har hómast stórir strukturar, sum eisini kunnu goyma gass. Og í tí førinum vil tað vera áhugavert at kunna brúka nýggjastu tøknina, sum finst, skulu vit taka gassið upp.

Í sambandi við at franska oljufelagið Total í løtuni er í ferð við at bora ein avmarkingarbrunn vestan fyri Hetland kring Laggan gassfeltið, heldur Sigurð í Jákupsstsovu eisini, at eitt positivt úrslit av hesi ella aðrari boring kann fáa týdning fyri framtíðar menning av kolnvetnisframleiðslu hjá okkum, tí verður eitt felt sum Laggan bygt út, so merkir tað jú, at vit fáa gongd á ein infrastruktur í økinum. Tað kann gera tað lættari hjá okkum at flyta møguligt føroyskt gass til meginlandið.