Sølan av nýggjum motorsúkklum hevur ongantíð verið so stór sum í ár. Tað sum gjørdi allan munin var at skrásetingargjaldið á nýggjárinum fór úr 125 prosentum niður í 50 prosent. Hetta hevur havt við sær, at tey flestu nú heldur keypa sær eina nýggja motorsúkklu í staðin fyri eina góða brúkta.
Ein av heilt nýggju motorsúkklunum er Suzuki GSR600, sum í stødd millum Suzuki Bandit650 og GSX600. Suzuki hava annars eitt sera stórt programm við nógvum ymsikum motorsúkklum.
GSR600 er ein súkkla, sum Suzuki vænta sær nógv av. Málsetningurin við GSR600 var at gera eina tekniskt framkomna motorsúkklu, har designið hevur eins stóran týdning og teknikkurin. Tað sær eisini út til at hava eydnast sera væl.
GSR600 er heilt "upp to date" hvat koyriegineikum viðvíkur, serliga í svingum. Tað er t.d. eingin trupulleiki at at koyra avstað í 6. giri frá tómgongd, men tað er fyrst oman fyri 8.000 o/min at man veruliga merkir motorkraftina. Reyða feltið í snúningsteljaranum er fyrst við 14.000 o/min. Girskiftið og koblingin eru sera løtt at handfara undir uppspiting. Fýra syl. 4-takt rekkjumotorurin er uppá 600 kubikk og 98 hk.
Súkklan tekur seg væl út og er góða at sita á og koyra. Á instrumentpanelinum er snúningsteljarin í miðjuni, meðan digitala speedometrið er til vinstru. Alt er lætt at avlesa undir koyring. Suzuki GSR600 kemur í juni.
Á heimasíðuni hjá MC-Søluni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður.
Suzuki GSR 600
Motorurin 4-syl. rekkjumotor 4-ventilar 600 cc / 98 hk
Dekkstødd framman: 120/70ZR-17
aftan: 180/55ZR-17
Seturhædd 78,5 cm
Eginvekt 183 kg
Prísur kr. 81.995,-
Søluumboð MC-Sølan
Skemmingsgøta 23
FO-100 Tórshavn
Tel. 315674 / 216300
www.mc-solan.fo