Framkomin konseptbilur frá Audi

Á bilaframsýningini North American International Automobile Show avdúkar Audi konseptbilin Allroad Quattro Concept. Bilurin er gjørdur í sambandi við at 25 ár eru liðin síðan fyrsti Audi Quattro kom á marknaðin

Hugsjónin hjá Audi við Allroad Quattro Concept er, at bilurin skal vera ein heimsnýggjheit við tøkniligum framstigum, ið koma á marknaðin um nøkur ár.

Bilurin hevur so gott sum sama karossarí sum nýggi Audi A6 Avant, men hesin sær munandi meira sportsligur út og er tað eisini.

Allroad Quattro Concept er gjørdur í sambandi við at 25 ár eru liðin síðan fyrsti Audi Quattro kom á marknaðin.

Til dømis hevur bilurin optiskar sensorar, sum registrera í hvørjum standi vegurin er - um tað t.d. er grús ella ísur á vegnum. Hesir upplýsingar verða sendir til elektronisku stabilitetsskipanina (ESP) og til frástøðureguleringina (adaptive cruise control), so hesar skipanir altíð virka optimalt. Fríhæddin kann eisini broytast frá 16-21 cm.

Bilurin er útgjørdur við (Audi lane assist). Ein skipan sum ávarar móti vibratiónum í rattinum, um bilførarin t.d. óviljað koyrir út av vegnum. Ein onnur skipan (Audi side assist) registrerar tá aðrir bilar nærkast, eisini um teir koma frá einum blindum vinkli frá síðuni.

Motorurin er ein 4.0 litur V8 TDI við commonrail innspræning og "piezoinjektor". Talan er um ein tann mest framkomna motorin við 8 sylindarum í heiminum. Við 286 hk og einum snúningsmomenti upp á 650 nm er bilurin kvikur sum ein sportsbilur og koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,4 sek. Toppferðin er elektroniskt avmarkað til 250 km/t.