Framkomin balansamaskina

Dekksentrið við Falkavegin í Havn hevur fingið nýggjastu útgávuna av amerikansku Hunter maskinunum til balansering av hjólum á stórum akførum sum lastbilum og bussum.

Maskinan er sera framkomin og belastar hjólið, eins og tá tað rullar á koyribreytini, meðan tað verður balanserað. Hetta er tann fyrsta maskinan av sínum slagi og er hon enn ikki komin á danska marknaðin. Tað er Würth Føroyar, sum umboðar maskinurnar hjá Hunter Engineering Company.