Framherji skal savna alt virksemið

- fara inn tá nýggja Vónin í Fuglafirði er klár

Fyri góðum tveimum síðani keypti Framherji bygningin hjá Vónini í Fuglafirði.

 

Vónin fer skjótt undir at byggja nýggj hølir á havnalagnum í Fuglafirði og hava í tí sambandi selt tey gomlu hølini. Tó húsast tey enn í teim gomlu hølunum.

 

- Vit gjørdu eina avtalu við Vónina, ið merkir, at vit fara inn tá tey fara út. Fyribils sær tað ikki út at verða í ár, men kanska aftaná nýggjár, sigur Anfinn Olsen. Hann sigur víðari, at Framherji væntandi fer at gera onkrar broytingar inni í bygninginum og tað verður gjørt áðrenn flutt verður inn.

 

Anfinn Olsen sigur, at alt virksemi hjá Framherja skal savnast í hølunum, umframt at útgerðin skal verða har.

 

- Vit brúka so nógva ymiska útgerð og skifta somikið ofta, at vit hava brúk fyri góðum goymsluhølum, sigur Anfinn Olsen.