Framherji rindar loftsskaða hjá fjeppara

Ipswich-fjeppari slerdi hol á loftið hjá sær, tá Ipswich skoraði. Málskjúttin rindar umvælingina

Tíbetur viðurkenna flestu fótbóltsspælarar hvussu týdningarmikið tað er at hava góðar fjepparar, og er hetta eisini galdandi hjá Ipswich.

 

Tá Ipswich og Norwich spældu hálvfinalu til Play Off-finaluna, har triði uppflytarin skal finnast til Premier League stóð á gomlum nøglum hjá Ipswich á heimavølli á Portman Road leikvøllinum. Tá so Paul Andersson loksins javnaði fyri Ipswich, og tryggjaði teimum javnleik 1-1, var fagnaðurin so stórur heima hjá stóra Ipswich-fjepparanum, Ross Morgan, at hann leyp upp og langaði nevan uppundir loftið. Skjótt sá Ross Morgan, at loftið hevði fingið skaða.

 

Ross Morgan koyrdi út á Twitter beinavegin : - Eg leyp upp og langaði eitt hol á loftið hjá mær, tá vit skoraðu. Men leggi eg nakað í tað? Nei slettis ikki.

 

Tað gekk ikki lang tíð, so fekk Ross Morgan eini Twitter-boð frá Paul Andersson, sum skrivaði : - Sig mær hvussu nógv skaðin kostar, so skal eg rinda tað. Tað er jú mín skuld, at tú fekk hendan skaðan á loftið.

 

Í samrøðu við BBC sigur Ross Morgan, at hann er púra ovfarin, at Paul Andersson vil rinda fyri skaðan. - Hetta er fantastiskt. Eg var ikki so glaður, tá Norwich legði seg á odda, men tá "Ando" javnaði fyri Ipswich klikkaði tað fyri mær. Eg hoppaði og dansaði við knýttum neva, og áðrenn eg visti av var nevin farin ígjøgnum loftið.

 

Á myndini sæst Ipswich-fjepparin reypa um minniliga skaðan hjá sær.

 

Nakrir Ipswich-fjepparar eru í Føroyum, og hvat vit vita um, so eru Ipswich-fjepparar bæði í Fuglafirði, í Vestmanna og í Havn, og helst aðrastaðni í Føroyum eisini.

 

Seinna hálvfinalan millum Norwich og Ipswich verður spæld komandi leygardag. Norwich hevur heimavøll hendan dystin. Dystirnir millum Ipswich og Norwich ganga eisini undir navninum "The East Anglia Derby".