Framherji keypt trý línuskip av Toftum

Talan er um línuskipini Sigmund, Mascot og Eysturoying.

Felagið Framherji í Fuglafirði hevur dag gjørt avtalu um keypt av trimum línuskípum. Talan er um línuskipini Sigmund, Mascot og Eysturoying, har Johannus Martin Olsen er reiðari. Tað váttar Annfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, fyri in.fo.


-Vit yvirtaka ikki alt virksemi hjá Johannus Martin Olsen, men hava í dag gjørt eina avtalu um keyp av skipunum Sigmundur, Mascot og Eysturoyingur.


Sostatt eigur reiðaríið við heimstaði í Fuglafirði fýra línuskip. Frammanundan eigur felagið línuskipið Stapan, umframt fleiri onnur skip.


Anfinn Olsen upplýsir, at sjálvt um tað er Framherji, ið keypir skipini, so verður tað eitt annað felag, ið fer at taka sær av rakstrinum.


- Tað verður felagið Kambur, ið fer at reka skipini, har Kristmund Johannesen verður reiðari. Vit hava nógv samstarv við felagið, og reka teir frammanundan Stapan. Sostatt verða øll línuskipini samlað í sama felag.


Sigmundur, Mascot og Eysturoyingur hava øll heimstað á Toftum, og sambært Anfinn Olsen, so eru ongar ætlanir um at broyta tað.