Framherji fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur givið Framherja umhvørvisgóðkenning til útbygging av havnarlagnum Úti á Enni í Fuglafirði

Umhvørvisstovan boðar frá, at verandi havnarlag verður víðkað við 2.500 fermetrum. Tunnilsgrót við spreingileindingum úr plasti verður nýtt til útfyllingina. Umhvørvisgóðkenningin hevur heimild í §§ 28 og 29 í løgtingslóg um verju av umhvørvinum.

 

Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Framherja um verkætlanina og ætlaða virksemið, tá havnarlagið er fult útbygt.

 

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi 24. apríl 2024, sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir, ella til us(at)us.fo

 

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri.