Framhaldssøgan um Móses 2. partur

Gott at lesa at ein av teimum sum hevur ábyrgdina av at Móses er komin til Føroyar hevur lisið mína viðmerking í Sosialinum leygardagin.

Eg eri tó eitt sindur skuffaður av, at Dánial á Dul Jacobsen ikki tekur mínar atfinningar til eftirtektar. Eg hevði vónað, at míni eitt sindur sterku orð, fingu fólk sum Dánial at venda haturinum bakið, og fevna kærleiksboðskapin, sum fyri mær tykist vera tann týdningarmesti boðskapurin í Bíbliuni.
Nú hevði svarið hjá Dániali ikki so nógv uppá seg, mest av øllum eitt illsinnis- ella hatursgleps. Tí ætlaði eg ikki at svara tí. Men so nýtti Dánial orðið "hykl" um mína áskoðan á talifrælsi. Tað vil eg ikki hava sitandi á mær, hatta er beinleiðis skaðiligt fyri mítt trúðvirði. Tí hetta svar.
Eg síggi talifrælsi, sum eitt tað týdningarmiklasta amboðið í einum fólkaræði. Við talifrælsinum geva vit øllum eina rødd. Hetta kann forða fyri kúgan.
Men við talifrælsinum kemur ein stór ábyrgd. Pressufólk og pressustjórar hava eina ábyrgd av, at tann boðskapur sum verður borðin út til fólkið er reinførður. Við hesum meini eg, at lurtarin ella lesararin skal fáa eina rætta mynd av tí boðskapi sum miðlarnir bera. Hetta kann gerast við at vísa aðrar síður av einum boðskapi, ella vísa hvør avsendarin er, og hvat hesin er fyri ein.
Her var trupuleikin við sendingini "Í víngarðinum". Hetta er ein sending, sum hevur kristna gudin sum avsendara. Tí er boðskapurin, sum hendan sending sendur, merktur av at verða góður kristin boðskapur.
Tá sendingin so letur ein mann, sum hevur hatur sum drívmegi bera sín boðskap ótarnaðan, so stendur hesin boðskapur sum verandi beinleiðis frá kristna gudinum. Tí taka tey kristnu við hesum boðskapi. Hetta er ikki bert at svíkja sín pressuetikk, men at svíkja sjálvan gudin og kærleiksboðskapin hesin stendur fyri.
So trúgv mær eg hykli ikki, men eg noyðist at tala at, tá fólk svíkja sína ábyrgd og tilvitað villleiða Føroya fólk.
Dánial sigur, at eg hevði verðið dripin, um eg búði í einum muslimskum landi. Hann sigur hetta næstan sum um, tað hevði verið uppiborðið. Hetta kann eg slett ikki góðtaka. Eg livi ikki í einum einaveldi í Miðeystri, hetta er eitt demokratiskt land við tali- og trúðarfrælsi.
Góði Dánial, tú kanst ikki rættvísgera títt egna hatur ímóti muslimum á hendan hátt. Skuldi tað, at muslimarnir eru flýggjaðir úr einum landi, har stjórnin er ónd og kúgar mannarættindini, rættvísgjørt, at vit hata muslimar og skerja teirra rættindi her hjá okkum. Hatta hongur slett ikki saman.

Høgravending
Vit hava tíðanverri eina høgravending í vesturheiminum í løtuni, og ongastaðni er hendan verri enn í Danmark. Ein ný-fasistisk rørsla hevur tikið seg upp. Hetta minnur ikki sørt um tað, sum hendið í 1930?unum. Rørslan byggir á óttan fyri arabarum, muslimum ella muhamedanarum sum Mogens Glistrup kallar teir.
Hetta er ein ósunn politisk rørsla sum hevur fremmandahatur og ónd-skap við sær. Militantir nasistar sum Johnny Hansen, prestar sum Søren Krarup, sjálvútróptir profetar sum Móses Hansen og politikarir sum Anders Fogh, Poul Nyrup og Pia Kjærsgaard standa lið um lið, og vátta fyri hvørjum øðrum, at vit skulu ræðast. Hesi fólk gera hetta bert av býttleika, makt girnd og fíggjarligum ávum.
Henda rørslan hevur tikið dik á seg. Hetta hóast vanlig rationell hugsan og allar kanningar vísa, at ræðslan ikki er grundað í veruleikanum. Tí loyvir samvitska mín mær ikki at venda venda blinda eygað ímóti hesum, hetta gongur út yvir menniskju, og tað kann eg ikki góðtaka.
Dánial spyr hvør hevur útrópt meg. Eg eri sjálvútróptur, men ikki sjálvútróptur profetur. Mín samvitska útrópar meg til at tala at, tá villleiðingar kunnu skaða onnur.