Framhaldsdeildin við í valstríðið í Havn

Mikukvøldið verður valfundur í Sanka Frans skúla í Havn í sambandi við býráðsvalið.

 

Fyrireikararnir spyrja, um tað er rætt, at miðbýurin í Havn skal vera tømdur fyri glað og livandi ungfólk

 

– Er tað rætt, at øll børn hava tað best í stórum skúlum? Og er tað gott fyri ungfólk at skifta skúla, tá tey eru 14 ára gomul?

 

Á fundinum, sum byrjar klokkan 19 mikukvøldið, fara valevnini at viðgera spurningin um framhaldsdeild á skúlanum.

 

– Í nógv ár hava skúlastýri og foreldur strongt á at fáa eina framhaldsdeild á skúlanum. Skúlin metir seg hava góðar umstøður at hýsa einari framhaldsdeild. Foreldur og skúlastýri halda tað vera skeivt at noyða ungfólk at skifta skúla, tá tey eru 14 ára gomul og í - ofta truplum - broytisárum. Eisini halda tey tað vera løgið og atfinningarsamt, at einasti miðbýarskúlin í kommununi onga framhaldsdeild hevur. Sankta Frans skúli hevur heitt á skúlamyndugleikarnar um at gera eina royndarskipan við framhaldsdeild á skúlanum.

Higartil hevur Tórshavnar Kommuna sýtt fyri at lata Sankta Frans skúla fáa framhaldsdeild. Fráfarandi býráð hevur gjørt av, at næmingarnir í Sankta Frans skúla skulu ganga í framhaldsdeild í Skúlanum á Fløtum. Eftir borgarafund í mai í ár lovaði býráðið tó at taka spurningin upp til nýggja viðgerð og setti ein bólk at hyggja upp á málið. Men enn er onki ítøkiligt komið burturúr, og børnini í 7.flokki í Sankta Frans skúla bíða framvegis eftir eini avgerð, siga fyrireikararnir.

 

– Býráðsval verður fyrst í november, men hvat ætla valevnini við einasta miðbýarskúlanum?

 

Tað fært tú at vita, um tú møtir upp í fimleikarhøllini í Sankta Frans skúla mikukvøldið 26. oktober. Fundurin er almennur, og áhoyrarar fáa høvi at at seta valevnunum spurningar.

 

Valevnini í panelinum verða Ruth Vang fyri Framsókn, Marin Katrina Frýdal fyri Tjóðveldi, Tróndur Sigurðsson fyri Javnaðarflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen fyri Sambandsflokkin og Bogi Andreasen fyri Fólkaflokkin. Orðstýrari er Óluva Zachariasen, journalistur.