Framhaldsdeild við café í Vestmanna

Næmingarnir í 10a í Vestmennina Skúla fara komandi dagarnar at royna seg sum cáfeeigarar. Ì sambandi við eina verkætlan, sum 10a er partur av, hava tey fingið til uppgávu at reka eina café. Tey skulu gera júst tað, sum tað vanliga vinnulívið vildi havt gjørt. Stjórar og innkeypsleiðari eru settir eins og onnur viðuskifti eru komin upp á pláss.

Nú alt innkeypið er um at koma upp á pláss, og Miðhøllin í Vestmanna skúla er riggað til, siga tey, at klárt er at fara í gongd.

Caféin hevur fingið navnið ?Café 2000?, og hon letur upp sunnudagin 7. mars kl.14, har tey fara at selja kaffi, kakao, bollar, ís, bomm, sjokolátu o.a.

Annars verður opið soleiðis: sunnudagin frá kl. 14-18, mánakvøldið frá kl. 17- 21 og týskvøldið frá kl. 17-21.