Framhaldandi menning krevur broytingar

Hóast hann sum heild var væl nøgdur um føroysku avrikini, so heldur landsliðsvenjarin, at nógv kann betrast, fyri at føroyska liðið skal mennast enn meira

Landsdystir


Tá litið verður aftur á teir báðar dystirnar móti rumenum, so mundu flestu áskoðararnir vera væl nøgdir um føroysku avrikini, og hesa áskoðan hevði landsliðsvenjarin, Palli Joensen, eisini, tá vit hittu hann á máli.

- Tað mest positiva haldi eg var, at vit tykjast at vera komnir fram við tí, sum ofta verður mett sum tað strævnasta í slíkum dystum. Nevnliga at koma til skoringsmøguleikar. Taka vit fyrra dystin, so koma vit til eina rúgvu av møguleikum. Vit skora 23 mál, men vit hava kanska einar 35 upplagdar møguleikar. 100% koma vit so ongantíð uppá, men fáa vit bara ein triðing av misnýttu møguleikunum inn, so hava vit kanska eini 28 mál, og tað hevði verið rættiliga gott móti einum slíkum mótstøðuliði.

- Í fyrra dystinum var trupulleikin hjá okkum tó tann, at verjan ikki arbeiddi nóg væl. Í dag gekk nógv betri, tá vit royndu eina flatari verju. At verjan riggar væl, ger tað eisini lættari hjá málverjanum, og vit síggja serliga í seinna hálvleiki, at Jóhan fær fatur á nógvum.

- Vit síggja tó aftur í dag, at vit brenna alt ov nógv. Vit lesa ikki málverjan nóg væl, hóast vit royna at undirstrika, hvat tað er, sum hendir. Vit taka time-out bert til fyri at fáa leiakrarnar at hugsa, tí hasin seinni málverjin tekru alt, sum verður skotið niður móti beinunum.

- Hatta er so í øllum førum nakað, sum vit mugu taka upp - spyrja okkum sjálvar, hví vit brenna so nógv. Ein partur av frágreiðingini er sjálvsagt, at støðið er hægri, og tí skal neyvleikin vera størri. Hinvegin er tað kanska tað, at vit brúka meira orku í gjøgnumbrotunum, og tí restar kanska tað seinasta, tá vit so skulu skjóta.


Krevur sterka mótstøðu

Júst hetta við at tað kostar kreftir at spæla ein slíkan dyst, er eisini nakað, sum landsliðsvenjarin heldur, hevur stóra ávirkan.

- Tú sært jú á leikarunum, at teir eru nógv betri fyri kropsliga. Vøddarnir í beinunum boða frá, at nógv styrkisvenjing er farin fram, og hetta er so nakað, sum skal betrast hjá okkum, sjálvt um eg eri fullgreiður um, at hetta er nakað, sum tekur langa tíð.

Hongur hetta ikki eisini saman við, at her heima hava vit ikki havt tørv á tí. Landsliðsarbeiðið hevur jú ligið lamið, og tí hava avbjóðingarnar ikki verið størri enn eitt vist?

- Tað er eingin ivi, um hata er rætt, og sum so er eisini tað sama galdandi í verjupartinum hjá okkum. Har hava vit í nógv ár verið vanir við, at tú kanst tola at verja defensivt her heima, tí so sterkir skjúttarnir ikki. Í øllum førum á einstøku liðunum.

- Hetta er eisini ein partur av frágreiðingini um, hví tað er neyðugt, at vit sleppa at royna okkum móti útlendskari mótstøðu.


Nú er so bara ein vika, áðrenn næsti landsdysturin er á skránni, og landsliðsvenjarin er samdur í, at hetta væl kann gerast ein fyrimunur. Tað at dystirnir liggja so tættir.

- Tað er sjálvandi bæði fyri og ímóti. Tá so stutt er ímillum dystirnar, fáa vit sjálvandi ikki arbeitt so nógv við ávísum lutum, sum tað kundi verið ynskiligt, men hinvegin sleppa spælararnir ikki at taka sær av løttum.


Nógv kann betrast

Annars vísir landsliðsvenjarin á, at tað í sambandi við landsliðsarbeiði eru nógvir lutir, sum skulu betrast, um so er, at menningin hjá hondbóltslandsliðnum skal verða nóg stór.

- Tað er so at siga í øllum liðum, at lutir kunnu betrast, soleiðis at tað ber til at gera eitt meira miðvíst arbeiði.

Verður samanborið við fótbóltslandsliðið, so er tað sjónligt, at har er ein rúgva av lærdómi fingin til vega, nú tíggju ár eru liðin, og Palli ásannar eisini, at tað sjálvandi er ein læruprosess, sum vit skulu ígjøgnum, nú hondbólturin byrjar aftur.

- Tað er eingin ivi um tað, men skalt tú samanbera við eitt nú fótbóltin, so hava vit verið nógv meira saman hetta árið, enn fótbóltslandsliðið er. Hetta sæst eisini aftur í teimum video-upptøkunum, sum vit hava. Har er tað sjónligt, at hópurin er nógv betri samanspældur nú, enn fyri einum ári síðani.

- Stóri trupulleikin er tó eftir mínum tykki, at vit koma ikki longur enn eitt vist, um vit ikki regluliga sleppa at møta sterkum liðum. Tað hjálpir einki, um vit spæla tríggja dystir nú, og so kanska tríggjar dystir um eitt ár ella so. Tað nýtist ikki bert at vera í landsdystum, at vit hitta slíka mótstøðu, tí vit kunnu eisini vera í kappingum av ymsum slag uttanlands, sum eitt nú kappingini í Danmark, har vit møttu sterkaru mótstøðu.

- Hetta at møta sterkari mótstøðu regluliga er eftir mínum tykki tann einstaki luturin, sum hevur mest at siga, tí uttan hetta koma vit ikki longri í menningi av landsliðnum, sigur altso Palli Joensen at enda