At tað framhaldandi verður lagaligt hjá føroyskum svimjarum at ferðast út í heim at kappast gjørdist greitt fyrradagin.
Seinnu árini hava føroyskir svimjarar gjørt um seg úti í heimi, men tað er kostnaðarmikið at luttaka á útlendskum kappingum, og nú er stuðulsavtala millum Atlantsflog og Svimjisamband Føroya longd. Fyrradagin endurnýggjaðu partarnir stuðulsavtaluna at vera galdandi fyri 2015.
- Vit í SSF fegnast um avtaluna við Atlantic, og tær mongu ferðirnar vit hava havt tørv á hjálp í sambandi við uttanlandaferð. Stuðlar eru ein fortreyt fyri virkseminum hjá Svimjisambandi Føroya, og er tað tí kærkomið at hava ein dyggan stuðul sum Atlantsflog, sigur formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu.
Í júst farna ári megnaðu ungu føroysku svimjarirnir at vinna fleiri heiðursmerki á donskum svimjistevnum, og nú eru korini góð fyri, at hetta kann halda fram. Sambært Róki, hevur Atlantsflog stuðlað Svimjisambandinum fíggjarliga síðani 2006.










