Eitt sterkt hátrýst liggur mest sum í stað yvir skandinavisku hálvoynni og turr luft streymar inn yvir Føroyar av landsynningi og eystri.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og támut, mjørki í støðum og sirm. Hitin um 10 stig.
Í morgin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um 10 stig.
Mikudagin og hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s. Turt og í støðum sólglottar ella skýggjað. Hitin um 10 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað. Hitin um 10 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s og fyri tað mesta skýggjað, men turt. Hitin millum 6 og 9 stig.










