Tónleikasíðurnar í Sosialinum í dag seta aftur fokus á føroyska DJ mentan og elektroniskan tónleik.
Les m.a:
Samrøðu við Árna Joensen, ið er DJ undir heitinum Árni Neon og júst hevur givið út stakfløgu ígjøgnum plátufelag í Florida.
Samrøðu við Rúna Friis Kjær, aka DJ Frisko, um hvussu DJ pallurin í Føroyum var í 90unum og hvussu hendan mentanin hevur útviklað seg seinastu árini.
Hugleiðingar eftir Petur Pólson um munin á DJ mentanini í Føroyum nú og fyri fimm árum síðani, hvat er hent, og hví tað er hent júst nú.
Tónleikur í Sosialinum í dag, hósdag 10. apríl.