Framhaldandi afturi í skjútstíðini

  

Lisbeth L. Petersen, fólkatingskvinna fyri Føroyar, hevur skrivað eina grein, sum eitur "framhaldandi í ríkisfelagsskapi".
Greinin er eftir mínum tykki ótrúliga góð og upplýsandi.
Hon sigur okkum so greitt, hvar vit høvdu verið í Føroyum, um sambandsafturhaldið hevði vunnið. Vit høvdu sitið afturi í skjútstíðini. Nøkur fá tandur her á klettunum. Uttan egið mál, uttan egnar lógir og uttan nakran framburð í einum danskari koloni. Har politikkur hevði snúð seg um at liffra fyri donsku stjórnini, og billa "det fattige folk udi Færø" inn, at danskir myndugleikar vita best og vit eiga bert at lurta eftir teimum.

Verjan hjá donsku stjórnini
Eitt er, at greinin hjá Lisbeth sum vanligt onki boð hevur uppá nakran politikk ella framtíðarhugsan. Tað hava vit vant okkum við. Men annað er, at greinin er ein long verjurøða fyri grovheitum hjá donsku stjórnini mótvegis føroyskum myndugleikum.
Lisbeth L. Petersen ber beinleiðis í bøtuflaka fyri, at danska stjórnin enn einaferð setur føroyskt fólkaræði til viks í málinum um hernaðarlógirnar.
At danska stjórnin lýsir hernaðarlógir, sum eitt samt Løgting hevur samtykt skulu strikast, rópar Lisbeth "eitt óheppið mistak". Men um tað var eitt "óheppið mistak", hví varð tað so ikki rættað í Fólkatinginum, tá Torbjørn Jacobsen legði uppskot fram um tað?
Og Lisbeth L. Petersen sigur ósatt fyri øllum Føroya fólki, tá hon skrivar í síni grein at lógirnar bert galda fyri danskar hermenn í Føroyum. Tað passar als ikki, hóast danska stjórnin hevur ført somu ósanndini fram í Fólkatinginum.
Lógirnar taka rættindi frá tær og mær
Lógirnar og kunngerðirnar, sum danska stjórnin hevur sett í verk beint ímóti einum samdum Løgtingi, geva m.a. donskum myndugleikum heimild:
- at taka fasta ogn frá føroyingum, um tað verður mett neyðugt
- at seta fólk úr sínum egnu húsum, um tað verður hildið verða neyðugt
- at handtaka og revsa fólk, ið verða hildin ganga ímóti áhugamálum hjá donsku stjórnini í eini krígsstøðu (sum tildømis nú Irak-kríggið vardi).

Tí tekur danska stjórnin beinleiðis rættindi frá øllum føroyingum við at lýsa hesar lógir og hetta hevur onki við danskar hermenn at gera.

Villeiðing
Men tað er nokk eitt "mistak" og hevur nakar feilin, so má tað vera landsstýrið, heldur Lisbeth.
Lisbeth L. Petersen villleiðir altso beinleiðis um eitt mál, sum hon ikki færri enn tríggjar ferðir hevur havt til viðgerðar. Tvær ferðir sum Løgtingslimur, tí fyrst undirritaði og síðani javnaðarflokkurin løgdu uppskot fram um at taka av hernaðarligu revsilógirnar. Og eina ferð sum fólkatingslimur, tí Torbjørn Jacobsen legði fram uppskot um at seta lógirnar úr gildi aftur.
Antin hevur Lisbeth L. Petersen als ikki sett seg inn í, hvat málið snýr seg um, og hevur bert endurtikið ósannindir sum danska stjórnin og hennara fólkatingsbólkur (Venstre) hava skrivað og ført fram
Ella sigur hon ósatt við vilja.
Hvørgin hesin møguleikin er tespiligur at hugsa sær.

Hurrá fyri donskum valdi í Føroyum
"Framhaldandi í ríkisfelagsskapi" sigur Lisbeth. Ja, tað skal eg halda við. Hurrá fyri tí fantastiska ríkisfelagsskapinum - har danska stjórnin gongur beint ímóti okkara samtyktum og enntá fær ein føroyska fólkatingslim at verja seg og endurtaka ósannindir í føroyskum fjølmiðlum.
Tillukku við tí, Lisbeth. Nú kunnu vit øll ganga við røttum ryggi.