Framhald av fløskuinnsavnan

Tíðindaskriv

Leygardagin 11. januar fer Tensing kórið, Sound of Glory í KFUM & K í Havn, aftur undir at savna fløskur.Eftirsum at kórið ikki náddi alla Havnina seinasta leygardag, fara tey at gera arbeiði liðugt nú leygardagin. Farið verður í tey húsarhald ið eftir eru, seinnapartin leygardag. Um tað skuldi hent at onkur var gloymdur ella hevur eyka fløskur, ber til at ringja á tlf 262404 leygardagin, og fáa eina avtalu í lag.