Framhald av Da Vinci á veg

Nú er tað heilt víst – framhaldið av Da Vinci mysteriet er á veg. Stórsta loyndarmálið við nýggju bókini er tó sjálvur útgávudagurin



- ’Timing’ er alt, er tað einasta, rithøvundurin Dan Brown fæst at siga, nú tað frættist at hann er í holt við at skriva framhaldið til metseljaran yvir teimum øllum, Da Vinci mysteriet.

Fyribils er bert komið fram, at loyniliga bókin hjá Brown verður enn ein gysari um Harvard professaran Robert Langdon, sum kannaði loyndarmálið um Da Vinci. Hesuferð gongur kanningararbeiðið tó fyri seg í USA, har Langdon roynir at avdúka loyniligu søguna um, hvussu høvuðsstaðurin Washington varð búsettur. 


Onkur tekin eru tó likin út um, nær lesrarar kunnu vænta bókina. Forleggjarin hjá Dan Brown hevur nevniliga sagt, at rithøvundurin hevur valt ein heilt serligan dag, at geva bókina út, og at tá hon kemur, fara lesarar at skilja hví.

Hetta fær onkran at halda, at tað er væl hugsandi, at bókin kemur 4. juli, ið er amerikanski tjóðar- og frælsisdagurin. 


Í bókavinnuni skilja fólk annars væl, hví tað hevur tikið Dan Brown so langa tíð at koma við einum framhaldi til Da Vinci mysteriet, ið kom út á heysti í 2004. Væntaninar eru sum vera man øgiligar til rithøvundan, sum hevur vunnið út við 1,5 milliardir krónir av síni seinastu útgávu.