Framgongdin hjá tilfeingisvinnunum heldur fram í 2011

Vísitalið hjá tilfeingisvinnunum fór eitt lítið vet uppeftir í januar í ár samanborið við konjunktur-kanningina fyri hálvum ári síðan, sigur Fíggjarmálaráðið. Tilfeingisvinnurnar viga tyngst í føroyska konjunkturbarometrinum. Tað er tí eitt rættiliga jaligt tekin fyri føroyska búskapin, at treystið hjá føroysku tilfeingisvinnunum er vorðið alsamt betri síðan 2009, sum var eitt serstakliga vánaligt ár fyri føroyska samfelagsbúskapin sum heild.

Vísitalið hjá føroysku tilfeingisvinnunum var hægst í januar 2007, tá ið tað var 33. Síðan lækkaði vísitalið nógv í tveimum teimum næstu konjunkturkanningunum, sum vórðu gjørdar í juni 2007 og januar 2008. Í hesum báðum kanningunum var vísitalið 17. Hetta var beint áðrenn djúpu kreppuna í fiskivinnuni. Tíðliga í 2008 fekk fiskivinnan stórar trupulleikar við skjótt vaksandi oljuprísum, lágum fiskaprísum og vánaligum fiskiskapi. Tá rapaði vísitalið hjá tilfeingisvinnunum, sum kom heilt niður á ? 36 í januar 2009. Í 2010 hækkaði vísitalið aftur. Í juni 2010 var tað komið heilt upp á 18 og í januar í ár var vísitalið hjá føroysku tilfeingisvinnunum 19.

Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking, sáttmálastríðið í fiskiflotanum og útlitini fyri støðugt vaksandi oljuprísum hava sostatt ikki ávirka metingarnar hjá tilfeingisvinnunum stórvegis. Hóast hesar neiligu fortreytir, so vænta tilfeingisvinnurnar, at framgongdin í framleiðsluni, sum byrjaði í 2010, fer at halda fram og at eftirspurningurin, virksemið og inntøkurnar fara at økjast í 2011.