Løgmaður vísti á, at vinnan er munandi betur fyri, enn hon var fyri góðum 10 árum síðani, tí hon er rættiliga studningsfrí og hevur ikki somu stóru kapitalútreiðslur.
- Fíggjarlógin komandi árini fer ivaleyst at liggja tungt í sjónum. Verandi fíggjarlóg hevur eitt hall upp á 200 mió. kr., og alt bendur á, at komandi fíggjarlóg fær eitt á leið eins stórt hall. Ein framskriving av verandi fíggjarlóg uttan sparingar og uttan nýggjar raðfestingar økir útreiðslurnar við góðum 130 mió. kr., so tað er eyðsæð, at skal pláss gevast fyri neyðugum raðfestingum, so má sparast á nógvum økjum umframt nýggj inntøkutiltøk, segði hann.
Sum vera man nam hann eisini við ríkisstuðlin. Hann vísti á, at tað vóru tey, sum søgdu, at ein skerjing av ríkisstuðulinum upp á 366 mió. kr. ikki fór at merkjast.
- Sjálvandi merktist tað ikki við tí næstan ónormala viðráki, sum okkara búskapur hevði, men nú vit hava meira normalar umstøður, nú síggja vit, at skerjingin fekk djúpar avleiðingar. Okkara lagna er so enn einaferð at tátta í. Útreiðslurnar eru vaksnar ótrúliga nógv seinastu mongu árini ? á leið 1,1 mia. kr. - og tí kennist henda táttanin so fremmand fyri mong. Men at gera samanberingar við kreppuna fyrst í 90´árunum er púrasta burturvið, segði hann.
Jóannes Eidesgaard segði eisini, at landsstýrið hevur samtykt at fremja 10% í sparingum í lønum í miðfyristingini, og at vit ivaleyst fara at síggja nógvar stovnar, sum eisini mugu taka spariknívin í hond.
Hann segði eisini, at er samgongan samd um, at skúlaverkið, heisluverkið og vaktarskipanir ikki skulu skerjast í lønum, men tvørturímóti hava fulla lønarframskriving við 3,4%.
Samgongan er somuleiðis samd um, at alt skal gerast fyri at verja og varðveita vælferðarsamfelagið.
- Tó at útlitini ikki eru so góð fyri búskapinum, so vilja vit raðfesta nýggj tiltøk vælferðini at frama sera høgt. Men um hesi mál vil landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum røða um seinni.