Eftir støðuga afturgongd síðani valið í september í 2011 kunnu teir donsku sosialdemokratarnir endiliga frøast um eina meiningakanning, sum gevur teimum framgongd.
Kanningin, sum Rambøll/Analyse Danmark hevur gjørt fyri Jyllands-Postin, vísir, at hevði fólkatingsval verið nú, høvdu sosialdemokratarnir fingið 23 prosent av atkvøðunum. Í einari kanning í januar fekk flokkurin 19,5 prosent.
Enn er kortini nakað eftir, áðrenn flokkurin hevur vunnið tað, sum hann hevur mist síðani valið, tí tá fekk hann 24,8 prosent av atkvøðunum.
Tann størsti andstøðuflokkurin, Vinstri, hevur mist veljarar síðani í januar. Tann kanningin gav flokkinum 32,6 prosent. Nú fær hann 30,8 prosent.