Onnur høvuðsuppgávan hjá Fróðskaparsetri Føroya er at granska fram nýggja vitan til samfelag og umheim. Granskingarvirksemið á Setrinum kann skoðast í ársfrágreiðingum, og nú er frágreiðingin um granskingina í 2023 komin.
Føroysk gransking hevur tikið stór tøk seinastu 5-10 árini. Útgávur í altjóða tíðarritum eru øktar í tali, dygdin er batnað, og føroyskir granskarar standa nú á odda fyri fleiri stórum verkætlanum. Fróðskaparsetrið hevur bygt eitt sterkt undirstøðukervi við Granskingar- og framtakseind, og ein ph.d.-skúli er eisini á veg.
Fleiri týðandi samstørv eru sett í verk. Leiðsluforum fyri føroyska gransking er skipað, og avtala er gjørd um universitetsjúkrahús, sum fer at styrkja heilsugranskingina. Eisini eru samstørv við Kommunufelagið og
nýggju stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík sett í gongd við tí fyri eyga at fáa til vega skilagóðar loysnir upp á kommunalar avbjóðingar og fyri at styrkja fólkaheilsuna í Føroyum.
Fróðskaparsetrið skal eisini taka nøkur ódnartøk í komandi tíðum, tá tað ræður um granskingarsamstarv altjóða. Í 2026 verður Setrið nevniliga vertur fyri stóru altjóða ráðstevnuni UArctic Congress. Talan verður um eina av teimum heilt stóru ráðstevnunum við millum 500 og 1000 luttakarum úr mongum ymsum londum, so stór fyrireiking skal til, men endamálið er eisini at fáa nógv burturúr og at knýta sambond við aðrar granskarar og koma upp í netverk at gera seg galdandi. Arktiska granskingin snýr seg um veðurlag, trygd, samfelag og mentan, men við strategiskum samstarvi skal granskingin á Setrinum í matvørum, biotøkni, varandi orku og heilsu eisini styrkjast.
Hóast menningina á granskingarøkinum seta Føroyar ov lítið av peningi av til gransking samanborið við onnur lond. Almenna fíggingin má vaksa, so føroyskir granskarar kunnu fáa javnbjóðis møguleikar við norðurlendskar samstarvsfelagar. Hetta krevur eisini íløgur í granskingarnetverk og granskingarpolitikk.
Føroyar eiga at seta eina tjóðargranskingarstrategi, har vinnulív, almennir stovnar og Fróðskaparsetrið samstarva. Endamálið er at byggja eitt vitanarrikið samfelag, har gransking verður grundarlag fyri menning og altjóða loysnum.
Vit eru á rættari leið – men ferðin má økjast.
Lesið alla ársfrágreiðingina um gransking í 2023 her.