Bilstøðin Auto í Havn hevði eitt gott ár í fjør. Sambært roknskapinum fyri 2013, so meira enn tvífaldaði bilstøðin ársúrslitið til 231.000 krónur. Í 2012 var úrslitið 102.000 krónur.
Bruttuvinningurin hjá bilstøðini var 1,85 milliónir krónur. Støðin rindaði 1.3 milliónir krónur í lønum.
Eginpeningurin hjá bilstøðini er nú beint undir 2 milliónir krónur. Støðin skyldar góðar 3 milliónir krónur.
Bilstøðin Auto varð stovnað í 1952. Teir sum stovnaðu støðina, vóru Johannes Berg, Eigil Gunnarson, Kaysten Andreasen, Henry Svenson og Andrew Djurhuus. Partapeningurin tá var 10.500 krónur
Samlaður partapeningur var 10.500 kr. Í nevndini í Auto sita:
Peter Hentze, nevndarformaður
Flóvin Jespersen, skrivari
Jón Haraldsen, kassameistari
Jan Michelsen, nevndarlimur
Tórvaldur Haraldsen , nevndarlimur
Stjóri í Auto er Siggvard Joensen
Bilstøðin Auto hevur 32 bilar í ymsum støddum.