Hirtshals er í framgongd, eisini sum fiskivinnuhavn. Sjálvt um færri og færri skip eru til fiskiskap, varð kortini meiri fiskur landaður í Hirtshals 2010 enn í 2009. Samstundis var fiskaprísurin góður og øktist við stívliga 20% í undanfarna ári. Nøgdirnar á uppboðssøluni vuksu við 7%.
Sambært stjóranum við havnina í Hirtshals, Jens Kirketerp Jensen, er framgongd bæði í landaðum matfiski og ídnaðarfiski.
- Prísirnir veksa við eftirspurninginum. Hetta eru góð tíðindi, og ávirkanin á virkir og tænastuvinnuna er góð, sigur hann.
Tað nýggja á havnalagnum í Hirtshals er ein framleiðsla úr upsa, og fiskimannafelagið í økinum arbeiðir nú hart við at fáa hesa upp at koyra.