Framgongd fyri alt landið

- Tað er ymiskt frá ári til ár, hvussu vit halda nýggjársaftan. Okkurt árið hava vit hildið nýggjár á Norðasta Horni hjá verforeldrunum. Okkurt árið í Klaksvík saman við familju og vinfólkum, og okkurt árið í Vestmanna saman við familju hjá konuni.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður.

Hann vísir á, at aloftast halda tey kvøldið heima í Maritugøtu í Hoyvík, og soleiðis verður eisini í kvøld - saman við góðum vinfólki.

Aksel sigur, at hann í fyrsta lagi keypir fýrverk til børnini.

- Tá vit halda nýggjár heima í Maritugøtu fara vit til felagsbál og kyndlagongu í gøtuni og ofta eisini húsagongd.

Løgtingsmaðurin hevur einki nýggjárslyfti, men hann hevur sum flestur onnur nøkur nýggjársynski.

- Mítt ynski fyri 2013 er framgongd fyri alt landið á øllum økjum - at tey, sum standa uttan arbeiði, fáa arbeiði í 2013, og at samhaldsfesti millum okkum føroyingar verður styrkt, soleiðis at vit fáa eitt samfelag, har pláss verður fyri okkum øllum, sigur Aksel V. Johannesen.