Framgongd bæði hjá landi og kommunum

Bæði landið og kommunurnar hava fingið meiri inn í ska

Higartil í ár hava bæði landið og kommunurnar fingið væl meiri inn í skatti higartil í ár, enn tey fingu í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Taks yvir inntøkurnar av skatti níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør.

Uppgerðin hjá Taks vísir, at í januar til september í ár, enn landskassin 4,92 prosent meiri inn í skatti enn hann fekk í sama tíðarskeiði í fjør.

Framgongdin hjá kommununum var 4,12 prosent.

 

Tilsamans hevur landskassin fingið 965.794.485 krónur inn í skatti higartil í ár, tað eru 45.298.421 krónur meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tilsamans hava kommunurnar fingið slaka 1,1 milliard inn í skatti higartil í ár og tað eru 43,5 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Tað eru bara Eiðis-, Kvívíkar- og Húsavíkar kommuna, sum hava fingið heldur minni inn í skatti higartil í ár, aftur ímóti í fjør, annars er framgongd í øllum hinum kommununum.