Leygarkvøldið verður øðrvísi konsert í Norðurlandahúsinum í Havn.
“What a Musical Night” verður konsertin kallað, og tað verða tær báðar Edith Dahl Jakobsen og Nadia Abraham, ið fara at syngja kendar sangir úr sangleikum sum “Chess”, “My Fair Lady”, “Jesus Christ Superstar” og “Cabaret”.
Onkur føroyskur sangur verður eisini við.
Jóhannes Andreasen hevur klaverfylgispæl, og Súsanna Tórgarð hevur staðið fyri dramaturgiska arbeiðnum.