Framferðin hjá leiðsluni er skaðilig

Tað hevur stóran týdning at fáa greiði á, hví Fróðskaparsetrið er komið í rasshaft av pengum, heldur Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum

– Hetta er skaðiligt fyri Fróðskaparsetrið og hetta er skaðiligt fyri okkara útbúgvingarpolitikk.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, er rættiliga ónøgd við framferðina hjá Fróðskaparsetrinum.

 

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, hevur leiðslan á Fróðskaparsetrinum kært sína neyð og tey hava víst á, at hækkar játtanin ikki, fer tað at fáa avleiðingar, tí so má Fróðskaparsetrið avmarkað virksemið.

 

Ein avleiðing kann vera, at ongi lesandi, ella bara eitt avmarkað tal av lesandi, verða tikin inn næsta ár.

 

 

Les eisini: Nú rópa teir varskó

 

 

Fyrr í vikuni varð spurningurin reistur í Løgtinginum og tá staðfesti landsstýriskvinnan, at tað skaðar trúvirðið á Fróðskaparsetrið, og trúvirðið á útbúgvingarpolitikkin hjá landinum, at útsagnir sum hesar koma av Fróðskaparsetrið – og tað er ikki bara henta hesa ferð, men tað er hent fleiri ferðir

 

Hon heldur, at tað er neyðugt at hava trúvirðið í hásæti, men tað er óheppið, at tað sum er mest frammi í almenninginum um Fróðskaparsetrið, er um sparingar og útsøgnir um at lesandi ikki vera tikin inn.

 

– Tað verður ikki við okkum, at Fróðskaparsetrið ikki fer at taka næmingar inn næsta ár av fíggjarligum orsøkum, tað kann eg tryggja, segði Rigmor Dam

 

Men hon leggur dent á, at fyri tað er ikki sagt, at játtanin fer at vera hækkað púra av sær sjálvum.

 

–Tað skerst ikki burtur, at ein leiðsla er sett til at halda eina játtan. Tað er stutt og greitt. Og setir ein leiðsla ferð eftir ferð virksemið í gongd, sum ongin játtan er til, so er tað ein spurningur, sum vit hava onnur amboð til at loysa, tí tað ber ikki til, segði hon av tingsins røðarapalli.

 

Hon heldur, at tað skaðar Fróðskaparetrið at leiðslan ferð eftir ferð almannakunngerð at pengar mangla, og tað skaðar Fróðskaparsetrið, at tey mál, sum verða viðgjørd í almenninginum, eru fíggjarligar kreppur og ógreið næmingaviðurskifti.

 

Samstundis vísir hon á, at tey síðstu fýra árini er játtanin hækkað 30 prosent og tað er ein søgulig hækking, leggur hon afturat.

 

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at munurin á Fróðskaparsetrinum, og øðrum almennum stovnum, er, at Fróðskaparsetrið hevur eisini eitt stýri, sum er við til at leggja til rættis og raðfesta.

 

Rigmor Dam sigur, at tískil er hon í einum samskifti við Fróðskaparsetrið um støðuna um fíggjarstýringina, og um hvussu virksemið verður lagt til rættis.

 

– Fyri at forða fyri at tað endurtekur seg, hevur tað sera stóran týdning at fáa greiði á, hví Setrið er komið í hesa støðuna, sigur hon.

 

Hon sigur, at spurningar, hon vil hava greiði á, er, hvussu nógv lesandi fella frá, hvussu miðalaldurin á teimum lesandi er, hvussu nógv prógv verða útskrivað, og hvussu nógv granskingarúrslit verða almannakunngjørd.

 

Hon vísir eisini á, at aðrastaðni fáa Fróðskaparsetur fígging aðraðstaðni, men tað er at kalla eiðasørt á Fróðskaparsetrinum og tað er eisini ein spurningur, hon vil hava greiði á.