Løgmaður fer at kanna framferðarháttin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum í sambandi við skipararnar á Smyrli Jacob Vestergaard vísir aftur, at hann hevur lagt seg út í málið um skipararnar á Strandferðsluni av órøttum. Hann vísir á, at at hann sum landsstýrismaður er hægsti kærumyndugleiki, tá talan er um starvsfólkamál á Strandferðsluni.
-Eg havi ikki lagt meg út í starvssetanir á Strandferðsluni generelt yvirhøvur, men tað koyra tvey mál. Annað er um at seta nýggjar skiparar og hitt er um, at verandi skiparar ynskja at halda fram í starvi, sigur Jacob Vestergaard við Kringvarpið.
Løgmaður hevur eftirlit við, at landsstýrismenn útinna sítt starv á fullgóðan hátt. Jóannes Eidesgaard løgmaður er uttanlands, men Norðlýsið endurgevur hann fyri at siga, at hann fer at kanna framferðarháttin hjá Jacob Vestergaard, tá hann kemur heimaftur.