Halla Samuelsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum
??????????
Vit hava nógvar góðar tónleikarar í landinum, nógv av teimum skriva sín egna tónleik og er hetta sera mennandi og positivt. Men ikki er so lætt hjá teimum at framføra henda tónleik fyri okkum, tí vit hava ikki eitt slíkt stað til hetta endamál.
Vit hava fleiri tónleikarar ið eru blivin kendir, eisini uttanfyri landoddarnar, og eg ivist ikki í, at vit kundu haft fleiri, um bara umstøð-urnar hjá teimum vóru betri.
Haldi meg minnast, at tá Perlan, ið var eitt stað, har tónleikarar kundu framføra tónleik, bleiv rivin niður fyri uml. 20-25 árum síðan, skuldi eitt nýtt stað finnast í staðin fyri hana. Tað er so einki komið enn, og vit hava nógv fleiri tónleikarar nú enn tá.
Tí eigur/má Tórshavnar kommuna, stuðla tónleikarunum og útvega teimum eitt høli til framførslur.
Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna, og vit ynskja at gera umstøðurnar hjá tónleikarunum betri, nevnliga við at útvega teimum eitt høli til hetta endamál.
Fái eg tín stuðul til býráðsvalið 9. nov., so ert tú við til at gera umstøðurnar hjá tónleikaranum betri. So skal eg gera mítt til at hetta mál verður loyst skjótt og væl.