Føroya Symfoniorkestur framførir saman við Kóri Føroya Symfoniorkesturs og solistum úr Bretlandi stórverkið Carmina Burana eftir Carl Orff og “Framsýningarmyndir” eftir Modest Mussorgsky í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Carmina Burana tekur støði í gomlum lyriskum tekstum frá miðøldini, sum funnar vórðu í kleystrinum Benediktbeuren (Bayern) í 1903. Tekstirnar eru mest á latíni, men nakað av miðaldartýskum er ímillum. Flestu vísurnar eru um kærleika, men eisini drykkjuvísur og skemtivísur.
Carmina Burana
Norðurlandahúsið í Havn
Leygarkvøldið 21/4 kl. 19.30









