Skapanin: Um vikuskiftið skipa Havnarkórið, Tórshavnar Kamarkór og Føroya Symfoniorkestur fyri tveimum stórum konsertum við Skapanini eftir Joseph Haydn.
Konsertirnar verða í Ebenezer og Norðurlandahúsinum. Tað er fyrstu ferð, at Symfoniorkestrið og kórsangararnir, ið telja 90, royna hølini í Ebenezer, sum eru í miðbýnum í Havn. Saman við stóra kórinum, medvirka eisini røddir úr Ebenezerkórinum og tríggir kendir útlendskir solistar, tveir úr Bretlandi og ein úr Íslandi.
Haydn 200 ár
Tað er ikki av tilvild at fyrireikararnir hava valt hetta verk hjá Haydn at framføra í Norðurlandahúsinum og í Ebenezer. Í ár eru 200 ár liðin síðani Joseph Haydn (1732-1809) doyði, og tá umræður at skapa brýr og knýta nýggj bond, er júst hann einastandandi. Haydn, ið verður róptur faðir at symfoniini, var vinmaður Mozarts og lærari hjá Beethoven.
Paradísgleði í 3 pørtum
Skapanin, sum bleiv til í árunum 1796-1798, verður mett sum høvuðsverk Haydns. Die Schöpfung, ið er týska upprunaheitið, er eitt oratorium, ið byggir á fyrstu Mósebók. Verkið er í trimum pørtum. Fyrsti partur er um fyrstu fýra skapanardagarnar, og tá ið jørðin og hinir himmalknøttarnir vórðu skaptir. Annar partur viðger fimta og sætta dag, tá ið djórini og menniskjuni vórðu skapað. Triði og seinasti parturin hálovar paradísgleðini á sjeynda degi.
Solistar
Solistarnir eru Rebecca van den Berg, sopran, Alex Ashworth, bassur og Eyjólfur Eyjólfsson, tenorur. Øll trý, tvey úr Bretlandi og ein úr Íslandi, eru kend í teirra heimlondum og úti í heimi. Eyjólfur hevur áður vitjað í Føroyum.
Dirigentur
Dirigentur er Bernhardur Wilkinson, sum í 2003 kom til Føroya. Síðan 2004 hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri. Í 2006 fall tað honum í lut at stjórna fyrstu føroysku operuni Í Óðamansgarði. Eftir frumframførsluna í Norðurlandahúsinum skrivaði The Times: ?The mastermind of the evening was the conductor Bernhardur Wilkinson, who held this complex music-drama together with precision and enthusiastic commitment.? Tenorurin Eyjólfur Eyjólfsson medvirkaði bæði í Føroyum og aftur í Íslandi, tá henda fyrsta føroyska opera varð framførd har fyrr í ár.
Framførslurnar
Skapanin verður framførd leygardagin 21. november kl 19:00 í Ebenezer og sunnudagin 22. november 2009 kl 16:00 í Norðurlandahúsinum. Konsertin í Ebenezer er ókeypis, meðan konsertin í Norðurlandahúsinum kostar 200 kr.
Stuðlar
Umframt Norðurlandahúsið og fleiri onnur, stuðlar 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu tiltakinum.