Framføra sirkus í Klaksvík mánadagin

Cirkus Flik-Flak, sum hevur heimstað í vinabýi Klaksvíkar, Odense, kemur 27. juni á vitjan í Klaksvík, og fara tey at framføra í Badmintonhøllini.

Frá 25. juni til 9. juli 2011 vitjar Cirkus Flik Flak í Føroyum eftir at manningin hevur í allan vetur vant við bóltum, keylum, turriklæðum og undarligum súkklum.

Tann fysta framførslan hjá Cirkus Flik Flak verður mánakvøldið 27. juni kl. 19.30 í Badmintonhøllini í Klaksvík við eitt nú akrobatum, klovnum og gandakallum, sum kunnu fáa ting at hvørva, list-súkklarum á einum hjóli og mangt, mangt annað.

Við í ferðalagnum hjá Cirkus Flik Flak eru 43 børn, ung og vaksin – meginparturin børn.

Á Føroya-ferðini fer Cirkus Flik Flak eisini at bjóða “workshop” umframt framsýningar.

Meira um Cirkus Flik Flak kann lesast á heimasíðuni.

Orð og myndir: Dávur Winther