Frameftir sløttum

?Skarpur verður hildarleikur, tá norðmenn mót norskum stríða.?

Nakað av fagnaðarrómi hevur staðist um komandi Suðuroyartunnilin, men tíverri eisini onkur formlig misskiljing.
Lat meg tí sláa fast, at NCC hevur ikki verið hjá landsstýrinum við nøkrum tilboði um ger av tunli í Suðuroy.
Landsstýrið hevur hinvegin fingið eitt tilmæli frá mær, grundað á fund, sum eg hevði saman við Petur Hammer við NCC.
Á hesum fundi bað eg um eina skrivliga niðurstøðu av fundi okkara, og hesum var eg so ovfarin av, at eg sama kvøldið skrivaði tilmæli um málið og bar landsstýrismanninum tað dagin eftir, hjálagt skrivi frá NCC.
Skrivið frá NCC er stílað til mín, og tað kann lesast á heimasíðu míni ?www.hergeir.com?.
Tilmælið hevur gjørt um seg. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað tí enn, men boðað frá alment, at hann útsetti framløguna av Suðuroyartunlinum til eftir Ólavsøku.
Næsta átak hansara var at boða frá, at hann hevði sett norskar serfrøðingar at kanna norskar serfrøðingar.
Norsku serfrøðina hjá Djurholm ræðast vit ikki, og sjálvandi skulu vit, tá tað kemur hartil, hava at vita, hvør henda serfrøði er.
?Skarpur verður hildarleikur, tá norðmenn mót norskum stríða,? segði Ólavur kongur fyri 1000 árum síðan, og tað sama siga vit í dag.
NCC, sum er næststórsti entrprenørur í norðanlondum, hevur ein árligan umsetning upp á 35 mia.kr. Fyritøkan eigur sjálvandi neyðugu serfrøðina til hendan tunnilin, og teir brúka hana sjálvandi eisini, fara teir at geva eitt tilboð upp á gerð av okkara tunli.
Og tað fara teir at gera saman við øðrum fyritøkum, sum ivaleyst fara at bjóða seg fram.
Suðuroyartunnilin er átøkur Vágatunlinum, og alstórur fyrimunur liggur í einum samstarvi millum landsverkfrøðingin og NCC. Partarnir kenna hvønnannan, og teir hava samstarvað um Vágatunnilin, sum var ein framúr góð verkætlan.
Fekk NCC boð um at gera tunnilin í dag, høvdu teir borað í apríl og verið lidnir, tá nýggi Smyril kom. Sumbingar kundu tá farið á súkklu at tikið ímóti nýggja Smyrli,.
Norska serfrøðin heldur seg til at gera tunlar fram eftir sløttum omanvert sjóvarmálan. Har er eingin brekka, lítil og eingin kavi og so at siga eingin nýggj vegagerð fyri neyðini.
Fastur kostnaður er mettur til 92 mió.kr., og ferjulegan á Trongisvágsfirði verður spard fyri 15 mió. kr. í gróti og flutningi.
Landstýrismaðurin, sum var á veg niðan í tingi við einum fjallavegi fyri 42 mió.kr., íbundnum einum tunli ovast undir Hovstúgvuni fyri 90 mió.kr., er nú hopaður eftir hæli.
Serfrøðin í Vinnumálastýrinum er sjálvandi komin í eitt satt óðnarveður, og hevur tí leitað upp aðra serfrøði at meta um okkara serfrøði. Tað er ein sjálvfylgja, og vónandi bera teir skjótt at.
Suðringar hava í áravís verið um at sálast av súðinum á Drelnesi. Mangan hevur Smyril slitið teymarnar har, og verið noyddur at flyta.
Nú drúgvar og kostnaðarmiklar kanningar hava staðist av at finna frægasta staðið at leggja nýggju ferjuleguna, kemur Jóannes Eidesgaard undan kavi, og heldur seg vita betri.
Hann mælir til at leggja ferjuleguna aðrastaðni enn har, ið áralongu kostnaðarmiklu royndirnar siga hana liggja best fyri.
Hann hevur kastað kærleika sín á eitt æðuvarp á syðra armi á Trongisvágsfirði, og er komin eftir, at har kann nýggi Smyril also ikki liggja.
Trongisvágsfjørður er, allur sum hann er, at náttúruvakrastu firðum í landinum. Stórt spell er, at land og kommuna ikki kundu samstarva um felags havnalag á Drelnesi, so vit eisini har - eins og við tunlinum - kundu fingið eina skjótari, betri og bíligari loysn enn við einari nýggjari ferjulegu úti í óspiltari náttúri.
Serfrøðin hjá landsstýrismanninum tók tíverri ongar royndir av líknandi pieri inni á Drelnesi, tá Trongisvágsfjørður kortini var bygdur upp og royndur niðri á Dansk Hydraulisk Institut. Tí endaði ferjulegan longri úti á fjørðinum, har kyrrast var, og tað er tíverri mitt í einum sera náttúruvøkrum øki.
Lítlhólmur kemur at liggja leysur av pierinum og reiðiliga tað, men givið er, at fjørðurin fær ein annan dám, har flúrurin hjá Jóannesi Eidesgaard fer undir. Tað gera nú flúrar vanliga, so tí fara vit helst at noyðast at liva við, tíverri.
Samferðslukollveltingin í Suðuroynni er komin undir land.
Smyril stendur í bakkastokki, og ferjulegan verður klár at taka ímóti honum.
Tá verður tað ein farin tíð at fara eftir fjøllunum til Smyril, tí tunlar liggja nú einafer best ígjøgnum og ikki tvørtur yvir fjøllunum.