Fiskiveiðieftirlit
Mánadgin, 10. juni, bað danska vaktarskipið, Veðrurin, norska línubátin, Urvaag, um at sigla á Sørvág, tí veiðieftirlit skuldi fremjast, meðan skipið lá við bryggju.
Færøernes Kommando sigur, at áheitanin um at sigla í havn, stóðst av, at eftirlitsliðið hjá Veðrinum ikki slapp forsvarliga umborð á Urvaag, tí skipsstigin var í so vánaligum standi.
Tað tók eftirlitsliðnum ein tíma at kanna veiði og fiskireiðskap, og tá ið eftirlitið var liðugt, kundi Urvaag loysa og fara aftur til fiskiskap.
Sambært fiskaríleiðaranum hjá Færøernes Kommando, er tað ikki so sjáldan, at skipsstigin er í ov vánaligum standi.
- Tí hevur hesin trupulleiki ofta verið umrøddur á fundum við Vaktar-og Bjargingartænastuna, sigur Færøernes Kommando.
Eftirlitið sleppur
ikki umborð
Eingi skip ? hvaðani tey enn eru ? hava loyvi til at sleppa sær undan eftirliti, tí skipsstigin er so vánaligur, at eftirlitsliðið ikki sleppur trygt umborð.
- Tí hava Vaktar-og Bjargingartænastan og Færøernes Kommando ? við góðkenning frá fútanum ? avgjørt í størri mun at gera nýtslu av løgtingslóg, nr. 28, grein 35, har heimild er at biðja fiskiskip sigla í havn til nærri eftirlit, sigur Færøernes Kommando.