Herverk á valplakatir hevur altíð verið ein partur av valstríðnum. Men nú tá valevnini eru í so góðari tíð – meira enn tvær vikur eru til val – so hava ótangarnir betri stundir at gera um seg.
Ein av teimum óhepnu er Janus Rein. Hann skrivar á Facebook um, hvussu ómetaliga hugstoytt tað er at síggja, at fólk ikki virða valplakatirnar, sum familja og vinir hava lagt nógva tíð og orku í at hjálpa honum við.
– Mínar plakatir eru ikki meira enn komnar upp, so verður herverk gjørt á tær. Hetta verður gjørt um náttina. Í morgun fekk eg beinanvegin fráboðan um, at herverk var gjørt á plakatina upp á Sundsvegnum í Havn. Hon var óskalað kl 01 í nátt, sigur Janus Rein.
Vælsignaðu fólk, valevnir og floksformenn, kunnu vit ikki virða fair play og hjálpa hvørjum øðrum við einum vaknum eyga og ikki tolerera, at fólk gera tílíkt herverk?