Framdrift á Strondum

Yngri menn hava tikið við á bedingini á Strondum. Teir ætla sær at veita »totalservice«. Alt vanligt umvælingararbeiði verður gjørt, eins og teir selja og seta maskinur í smærri før. Eisini hava teir nú jarnsmiðju

Bátatænasta

Strondum:Á Strondum ber nú til at fáa alla tænastu, ein kann fáa brúk fryi til smærri før, á sama staðið. Yngri menn hava tikið við á bedingini.
Tó so. Tað verður í familjuni Andersen. Fyrrverandi eigarin, Anders Andersen, hevur lagt frá sær, og yngri ættarlið hava tikið við.
?Vit gera allar umvælingar, sum menn vilja hava, greiðir Høgni Andersen frá. Alt frá at kalfatra til at skifta motor og gera nýtt stýrihús. Og skuldi okkurt verið, sum treingir til eina jarnsmiðju, hava vit eisini fingið hana, sigur hann.
At teir gera alt, undirstika teir við at siga frá, at teir júst hava havt ein seksæring inni, sum teir millum annað hava skift borð í.
At kalfatra træskip er arbeiði, sum í dag er við at fara í gloymibókina, sigur Høgni Andersen. Teir hava tí fingið ein eldri mann á Skála, sum kennir handverkið, at læra teir at gera hetta. So eisini tann partin klára teir á bedingini á Strondum.
Vit hitta Høgna saman við bróðursoninum, Jóhan, inni í høllini, har ein dekksbátur stendur uppi í løtuni. Tað er Víkingur av Selatræ, sum fær eina størri umvæling, greiðir Høgni Andersen frá.
Nýggja maskinu hava teir sett í hann, eins og hann nú fær nýtt stýrihús eisini. Gjørt úr finérplátum, heldur enn aluminium, sum teir flestu brúka nú.
?Hetta er okkara fyrsta stýrihús, sigur Høgni, sum saman við bróðursoninum og einum svági tók yvir fyri umleið trimum mánaðum síðani.
Teir kundu saktans gjørt eitt aluminiumshús eisini, sigur hann, um tað var tað, kundin ynskti.
Síðan teir tóku við, hava teir selt tríggjar motorar, sum settir eru í ymsar bátar. Bæði opnar, føroyskar bátar og eitt nú Víking.
Motorarnir eru franskir og tykjast at roynast væl, greiðir Høgni Andersen frá. Og teir eru kappingarførir í prísi eisini. Motorarnir, teir selja, eru frá 10 upp til 310 HK, sigur hann.
?Vit selja motorarnar og seta teir sjálvir í, eins og vit kunnu veita fulla tænastu til teirra allan vegin ígjøgnum, leggur Høgni Andersen dent á.
Eisini selja teir páhangsmotorar og aðra bátaútgerð. Teir hava ein lítlan handil í erva, har til ber at støkka inn á gólvið eftir ymiskum so sum snøri við loddi og teini, havhestaglúpi, um tað skal vera, ella eini boyu og hvat nú brúk kann vera fyri. Teir ætla at víðka hendan handilin eisini, siga teir.
Byrjanin hevur verið góð, letur Høgni Andersen at, og teir eru longu farnir at hugsa um, hvussu verða kann við møguligum útbyggingum. Tó tað verður í smáum, heldur hann.
Tað arbeiða í løtuni fimm mans á bedingini á Strondum.