Framburður í Klaksvík

Team Klaksvík hevur lítið at fegnast um. Liðið tapir hvørt vikuskiftið. Hóast tað er framburður í spælinum, og tað kennist sum ein sigur fyri klaksvíkingar

Teir vóru greiðir yvir tað beinanvegin. Team Klaksvík fór ikki at standa hinum kurl í bestu deildini.
Pole J. Hansen, sum stóð á odda fyri liðnum fyrstu dystirnar, var nakað bjartskygdur, tá Sosialurin prátaði við hann undan kappingarbyrjan. Klaksvíkingar fóru at enda nummar fimm, væntaði hann.
Fríðin Ziskason, formaður, tók ikki munnin ov fullan. Málið var fremst av øllum at betra spælararnar.
Úrtøkan hevur verið soltin. Einki stig í 15 dystum. Men hinvegin kunnu klaksvíkingar fegnast um, at tapini eru ikki eins stór sum fyrr í hesum kappingarárinum.
Fríðin Ziskason er avgjørdur í viðtalu við heimasíðuna hjá Neistanum.
- Sjálvandi er tað torført at halda høvdið høgt, tá liðið bara tapir dystirnar. Vit vistu frá byrjan, at Team Klaksvík fór at hava torført við at fóta sær í bestu deildini. Tað var rætt at flyta upp í bestu deildina, men skulu vit varðveita spælararnar næsta kappingarár, mugu vit seta okkum onnur mál, sigur Fríðin Ziskason við neistin.fo.

Níggju mál hesaferð
Fríggjakvøldið tapti Team Klaksvík fyri hoyvíkingum í Klaksvík. Úrslitið var 39-30.
Tað var ein avgreiðsluspurningur, tí H71 stevndu móti sigrinum beinanvegin. Hinvegin kundu klaksvíkingar fegnast um løtur av dystinum. Finn á Svøð, aldursforsetin millum stengurnar, hevði fleiri bjargingar, men hann er ikki ein varandi loysn. Hanus Norðberg, sum er fluttur úr H71 til Team Klaksvík, hevur styrkt munandi um skotstyrkina í álopsspælinum. Zarko Pejovich hevur eisini staðið seg væl í hesum kappingarárinum.
Framburðurin er ikki sjónlig í Klaksvík, men klaksvíkingar taka smá fet rætta vegin. Tað hevur kappingin prógvað í ár, hóast hini liðini geva oftast yngru leikarunum møguleikan, tá Team Klaksvík er mótstøðuliðið.