Framburðsflokkurin við í stjórn

Skal Noreg fáa eina borgarliga stjórn aftan á stórtingsvalið í 2013, slepst ikki undan Framburðsflokkinum sum einum parti av stjórnini. Tað sigur formaðurin í Høgra, Erna Solberg, sum verður forsætisráðharri, um teir borgarligu megna at taka valdið frá verandi samgongu.

-Framburðsflokkurin hevur so stóra undirtøku millum veljararnar, at vit kunnu ikki annað enn síggja hann sum ein part av einari komandi borgarligari stjórn, segði Erna Solberg í vikuni.

Orð hennara vóru ein viðmerking til, at miðflokkarnir hava ilt við at góðtaka Framburðsflokkin sum part av einari komandi borgarligari stjórn.